Fyrra vikuskifið var onnur av fýra talvkappingin fyri børn og ung hildin í Havn. 26 ungdómar luttóku í trimum bólkum, og spenningur var í øllum bólkunum.
Í bólkinum fyri 1.-2. flokk vóru 9 telvarir. Dánjal og Jóhannus endaðu javnir við 6 stigum, og tískil mátti umdystur telvast, fyri at finna ein vinnar. Dánjal vann umdystin og harvið bólkin. Eitt stig aftari endaði Ari. Hugaligt er eisini at síggja 5 ára gamla Samson ikki smæðast burtur at telva móti teimum eldru telvarunum.
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist henda:
1-2. Dánjal
1-2. Jóhannus
3. Ari
4. Marner
5. Sámal
6-7 Hans
6-7 Andrew
8. Ørvar
9. Samson
Í bólkinum fyri 3.-4. flokk vóru flest luttakarir, 13 íalt. Her gjørdist Janus vinnari við fullum stigatali, 8 av 8. Nr. 2 og 3 gjørdust NM luttakarirnir frá Íslandi í februar, ávíkavist Rókur og Brestir.
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist henda:
1. Janus
2. Rókur
3. Brestir
4-7 Petur
4-7 Dennis
4-7 Luca Eyðun
4-7 Leon
8-11 Byrgi
8-11 Nikael
8-11 Elias
8-11 Tóroddur
12 Silas
13 Mads
Í bólkinum fyri teir eldru telvararnar vann Luitjen við 5 stigum, 1 stig frammanfyri Elias P. við 4 stigum. Á 3. plássi endaði Markus.
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist henda:
1 Luitjen
2 Elias P.
3 Markus
Triðja kappingin verður á Giljanesi leygardagin 11/5-2019.