Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit frá kappingini fyri børn og ung Giljanesi

Úrslit frá kappingini fyri børn og ung Giljanesi

22 telvarar í 3 bólkum vóru møttir til triðu kappingina fyri børn og ung á Giljanesi í dag.

2010 og yngri
Í yngsta bólkinum, 2.flokkur og yngri, vóru 8 telvarar og telvaðu teir 7 umfør. Børnini hugnaðu sær og telvaðu fleiri vælleikt talv. Kappingin um triðja plássi stóð millum Lukas Páll og Leu Karinu, men tá Lea Karina tapti fyri Jóhannusi í seinasta umfari, og Lukas Páll vann móti Samson, so varð greitt at Lukas Páll gjørdist nr. 3. Hugaligt er at síggja at genturnar halda seg framat og fáa góð úrslit.
Stórur spenningur gjørdist um 1. plássið. Trygvi og Jóhannus telvaðu javnt móti hvør øðrum og fingu báðir 6½ stig, og tískil var neyðugt við umdysti. Her endaði fyrsta talvið við javnleiki og so mátti enn eitt talv telvast fyri at finna vinnaran. Hetta talvið vann Jóhannus og harvið eisini bólkin.  

Endaliga støðan:

Nr. 1 Jóhannus 6½ stig eftir umdyst (1½-½)
Nr. 2 Trygvi 6½ stig (½-1½)
Nr. 3 Lukas Páll 4½ stig
Nr. 4 Lea Karina 3½ stig
Nr. 5 Emil 3 stig
Nr. 6 Beinir 2 stig
Nr. 7 Oskar 1½ stig
Nr. 8 Samson ½ stig

Vinnarir, bólkur 2010 og yngri

2008-2009
Í bólkinum 3. – 4. flokkur vóru 9 telvarar. Hendan kappingin gjørdist sera spennandi og tøtt. Tá avtornaði var bert 1 stig millum vinnaran og telvaran á 6. plássi. Áðrenn seinasta umfar var als einki avgjørt, og 1. til 3. plássið kundi enda hvar sum helst. Áðrenn seinasta umfar var Petur á odda og kundi við sigri tryggja sær 1. plássið, men tá hann tapti fyri Bresti, var møguleiki fyri at Rókur kundi vinna bólkin, um hann vann sítt talv móti Markusi. Hetta eydnaðist Róki, og tá Silas samstundis vann á Janusi, endaði Petur á 3. plássi, Silas á 2. plássi, meðan Rókur vann bólkin.

Endaliga støðan:

Nr. 1 Rókur 5½ stig
Nr. 2 Silas 5 stig
Nr. 3 Petur 5 stig
Nr. 4 Luca Eyðun 4½ stig
Nr. 5 Leon Kristian 4½ stig
Nr. 6 Brestir 4½ stig
Nr. 7 Janus 3 stig
Nr. 8 Markus 2 stig
Nr. 9 Tóroddur 1 stig

Vinnarir, bólkur 2008-09

2007 og eldri
Í elsta bólkinum vóru 5 telvarar. Allir telvaðu 2 talv móti hvør øðrum, sostatt vóru 8 umfør. Hetta var eisini einasti bólkur, ið telvaði við klokku og høvdu teir 5 minuttir til talvið, umframt 2 sekund pr. leik.

Bólkurin var umboðaður av núverandi unglingaføroyameistaranum og ársins stjørnuskoti Benjamin. Eisini var Luitjen, ið júst er kosins ársins telvari eftir eitt framúr gott kappingarár í liðkappingin, NM og við landsliðnum. Jón, ið eisini hevur vunnið unglingaføroyameistaraheitið, var eisini við. Flóvin, ið hevur telvað væl og ment seg nógv hetta kappingarárið var 4. maðurin í bólkinum. Ímeðan Markus, ið eisini hevur verið í støðugari menning, var seinasti luttakarin.

Kappingin gjørdist spennandi og allir lupu hvøkk á hvønn annan. Tá avtornaði var 1 stig á muni millum Jón og Flóvin um 3. plássið, ið Jón vann.  Tað var ein hørð kapping millum Benjamin og Luitjen um 1. plássið. Báðir endaðu á 6 stigum, og tískil var neyðugt við umdysti, við tveimum talvum, fyri at finna ein vinnara. Her var Luitjen við yvirlutan og vann bæði talvini. Sostatt vann Luitjen kappingina og Benjamin gjørdist nr. 2

Endaliga støðan:

Nr. 1 Luitjen 6 stig (2-0 eftir umdyst)
Nr. 2 Benjamin 6 stig (0-2 eftir umdyst)
Nr. 3 Jón 4 stig
Nr. 4 Flóvin 3 stig
Nr. 5 Markus 1 stig

Vinnarir, bólkur 2007 og eldri

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.