Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2019/2020

Tilmelding til liðkappingina 2019/2020

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2019/2020.

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Sandavágur 1, Havnin 1, Klaksvík 1, Havnin 2, Kollafjørður 1,  og Vestmanna 1 (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Klaksvík 2 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 3, Sandavágur 2, Runavík 1, Gøta 1, og Kollafjørður 2 (flutt upp úr 3. deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild.

 

Tilmeldingarfreisin er hósdagin 03. oktober 2019, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar.  Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og e-mail.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 13. oktober 2019.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

cropped-logo_fp.png

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.