Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM

Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM

Í døgunum frá 9. september til 4. oktober 2019 verður kvalifikatiónskappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.

Helgi Dam Ziska vann sær luttøku til kvalifikatiónskappingina, tá ið hann vann kappingina “European Small Nations Indivudual Chess Championship 2018”, ið var telvað í Klaksvík í apríl 2018.

Kappingin er skipað á tann hátt, at tann hægst rataði telvarin av teimum 128 telvarunum, møtir telvaranum í miðuni, osfr. Tann ið hevur flest stig eftir tvey talv, hevur vunnið. Um tað tá stendur á jøvnum, verður eitt umtalv telvað. Vinnarirnir fara so víðari í kappingini, meðan taparirnir rúka út.

Helgi, ið er nr. 119 á listanum, møtti aftur í ár Teimour Radjabov úr Azerbaijan, ið er styrkismettur sum nr. 17 í heiminum, og nr. 2 í heimlandi sínum. Helgi tapti tað fyrsta talvið, meðan tað seinna endaði javnt. Tískil vann Radjabov 1½ – ½ og fer víðari í kappingini, meðan Helgi er útsligin úr kappingini.

Helgi møtti júst sama telvara í somu kapping í 2017, og varð úrslitið júst tað sama eisini.

Tey bæði talvini hjá Helga frá kappingini í ár kunnu síggjast niðanfyri.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.