Tvey umfør eru telvað av stóru talvkappingini Faroes Open í dag. Telvararnar løgdu til brots longu kl. 10 í morgun, tá fyrsta av dagsins umførum bleiv telvað, og so sótu teir aftur við talvborðini seinnapartin kl. 17.00, tá seinna av dagsins umførum fór í gongd.
Les meira »Snarkapping
Í samband við altjóða talvkappingina Faroesopen, verður skipað fyri snarkapping fríggjakvøldið 14.07.2017 kl. 20.30 í Kollafjarðar skúla. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Favorittarnir vunnu í Kollafirði
Í dag blivu fyrstu leikirnir fluttir av stóru talvkappingini Faroes Open, sum verður telvað í skúlanum í Kollafirði í hesum døgum í sambandi við at Kollafjarðar Talvfelag fyllir 50 ár í ár.
Les meira »Heldur linligt NM-avrik
Hvørki Helgi Dam Ziska ella Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu hol í sjógvin í norðurlandameistarakappingini í talvi í svenska býnum Vaxjø, sum endaði í dag. Hvørgin rakk kravda setninginum, og báðir missa burtur av sínum altjóða styrkitali.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 14. mai apríl kl. 13, í Kollafjarðar Skúla
Telvað verður í 5 aldursbólkum: 2. flokkur og yngri 3. og 4. flokkur 5. og 6. flokkur 7. og 8. flokkur 9. flokkur og eldri
Les meira »Stór talvkapping í Kollafirði
Í døgunum frá 12. – 19. juli verður Kollafjørðar karmur um stóra altjóða talvkapping. Kappingin hevur fingið navnið Faroes Open, og ætlanin er, at kappingin skal gerast ein fastur partur av føroyska talvárinum.
Les meira »Helgi Dam Ziska Ársins Telvari og Jón í Horni Nielsen Ársins Stjørnuskot
Eftir steypakappingina leygardagin varð ársins Talv Gallaveitsla hildin á Gjáargarði. Á skránni var m.a. steypahandan og kjósing av Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskoti. Øll tey luttakandi feløgini í steypakappingini kundu atkvøða og samanteljingarnar vístu at tað ikki var nakar ivi um, hvør skuldi kjósast.
Les meira »Havnar Telvingarfelag steypavinnarar 2017
Leygardagin skipaði Talvsamband Føroya fyri tí árligu steypakappingini fyri lið, ið varð hildin á Gjáargarði við Gjógv.
Les meira »Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig
Tíggjunda og seinasta umfarið, var tað umfarið føroyingarnir fingu flest stig, 7. Fleiri góð úrslit vóru í gjár, m.a. vann Janus Skaale (1765) á Jay A Carr (2086), Leif Reinert Fjallheim (1667) vann á Palmar Breidfjord (1866) og Luitjen Akselsson Apol (1561) vann á Gerd Meier (1779). Helgi Dam Ziska (2553) telvaði javnt ímóti IM Bjørn Ahlander (2416).
Les meira »Reykjavik Open: Eygleiðingar frá eini mammu
Reykjavík Open: næstseinasta umfar Eg kendi ikki bisp fyri rók, áðrenn alt hetta byrjaði. Í mínum barndómi var talv ein dreingjadagdvølja burturav, men eldri beiggi mín lærdi meg at spæla dam, so eg visti um finnu, hon drepur á skák. Einaferð las eg eisini eina skaldsøgu, Dronninggambit, kallaðist hon. Minnist meg rætt, var hetta ein kærleikssøga har høvuðspersónurin telvaði seg fram til ta røttu, og eg royndi at imponera onkran garvaðan telvara, tí eg kendi orðið gambit.
Les meira »