Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur 30. septembur kl. 19

Aðalfundur 30. septembur kl. 19

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 30. septembur 2019 kl. 19.00, í Skúlanum á Giljanesi.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 16. septembur 2019. 

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast á umvegis teldupost á faroechess@faroechess.com 

 

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

 

Í nevndini sita:

 

Finnbjørn Vang, form.

Ingolf Gaard

Elmar R. Fjallheim (stendur fyri vali)

Katrin Didriksen Apol

Ingi Wiberg (stendur fyri vali)

 

Møtið fjølment !

 

Nevndin

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …