Stórsigur á Jersey

Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt.

Les meira »

Vunnu og taptu

Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino. Føroyar vunnu 3-1 á Luksemburg í øðrum umfari í morgun. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard vunnu á ovaru borðunum. Helgi vann í stórum stíli í einum knúsandi kongsálopi. John Rødgaard kom út í langt talv, sum var javnt, men hin treiskaðist meira enn gott var fyri at vinna, og endin var, at hann leyp framav. John var ógvuliga tryggur í støðuni, og dugdi væl at revsa morðgíriga  mótstøðumannin. Á aftaru borðunum var javnt. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum á 3. borði, men var kanska ikki nóg neyvur, og mátti til endans sættast við remis.

Les meira »

Vunnu á Malta

Føroyar vunnu í dag fyrsta dystin í kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í fyrsta umfari vunnu vit á Malta, sum vit annars taptu fyri í fótbólti leygardagin. Føroyar vunnu 2½-1½ í einum longum og drúgvum dysti. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu á ávikavist 1. og 4. borði, John Rødgaard telvaði javnt á 2. borði, og Sjúrður Thorsteinsson tapti á 3. borði.

Les meira »

Aftur Malta í dag

Føroyar fáa longu í dag møguleikan at løna Malta ósigurin í fótbólti í gjár aftur. Klokkan 15 í dag verða fyrstu leikirnir fluttir í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Í ár er stevnan í San Marino.

Les meira »

Vágamenn hava munin

Støðan er óbroytt í oddanum eftir dystirnar í dag í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnu bæði sínar dystir í dag 3-1. Vágamenn eru tí framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum. Avgerðin í kappingini fellur, tá oddaliðini bresta saman í seinasta umfari 6. apríl.

Les meira »

Styrkilistin dagførdur

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur nú í mars kunngjørt nýggjan, dagførdan styrkilista yvir øll londini í felagsskapinum.

Les meira »

Óbroytt í oddastríðnum

Dystirnir í áttanda umfari í landskappingini í talvi broyttu einki í FM-kapprenningini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Bæði liðini tryggjaðu sær meinlíkar stórsigrar í dag. Støðan er tí óbroytt í oddanum – vágamenn eru framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum.

Les meira »

Sterk FM-kapping í talvi

Árliga einstaklingakappingin um føroyameistaraheitið í talvi verður í ár skipað sum ein altjóða IM-kapping. Tríggir sterkir útlendskir telvarar vera við í meistaraflokkinum saman við sjey føroyskum telvarum. Hetta verður gjørt fyri at útvega føroyskum telvarum møguleikan at ogna sær sonevndan IM-norm, sum er eitt av krøvunum til at gerast altjóða meistari í talvi.

Les meira »

Kappingin harðnar

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum. Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag.

Les meira »