Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / ST kvik sunnudagin

ST kvik sunnudagin

Sunnudagin 20. mars kl. 14 skipar Sandavágs Talvfelag talvkapping.

Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Tilmelding higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – ST-Kvik 2022

 

Tíð:

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 7 umfør.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 650 kr.
  3. 350 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 250 kr.

 

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi leygarkvøldið kl. 19.00.

Stað:

Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.

 

Møtið fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.