Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini, leygardagin kl. 11

Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini, leygardagin kl. 11

Seinasta umfar í liðkappingini 2021/2022 verður stroymt beinleiðis á YouTube, við frásøgum og video, umframt á teimum stóru talv platformunum.

Trýst her fyri at síggja meira. 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.