Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Seinasta umfar í liðkappingini, leygardagin 26. mars kl. 11

Seinasta umfar í liðkappingini, leygardagin 26. mars kl. 11

FM endabresturin í liðkappingini 2021/22 verður í skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 26. mars. Byrjað verður kl. 11.00.

Havnar Telvingarfelag bjóðar kaffi og kakur meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar felagið lættari ábit og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, handar heiðursmerki.

Vit skulu gera vart við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.