Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.
Les meira »Luitjen vinnari av Kjølur Open 2020
18 telvarar luttóku í Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv unga stjørnuskotið í føroyskari telving, Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Les meira »Vágamenn økja
Tumma fyri tumma økja sandavágsmenn um leiðsluna í kappingini við havnarmenn í landskappingini í talvi. Í dag otaðu vágamenn seg uppaftur hálvt stig aftrat frá fremsta avbjóðaranum, soleiðis at teir nú eru tvey stig undan í oddanum.
Les meira »7. umfar í dag
Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum.
Les meira »Kjølur-Open 2020
Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 07.-09. februar 2020. Telvað verður í frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.
Les meira »Leif vinnari av Rókur-Open
21 telvarar luttóku í Rókur-Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv Leif Reinert Fjallheim.
Les meira »Rókur-Open
Komandi vikuskiftið 17.-19. jan. 2020 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Oyrarbakka. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Felagsumfar í liðkappingini
Leygardagin 11.01.2020 verða øll talvini í liðkappingini telvað á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður kl. 11.00.
Les meira »Havnarmenn vunnu stórsigur
Havnar Telvingarfelag vann ein knúsandi sigur í toppdystinum móti føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í dag. Úrslitið var 3½-½. Sigurin ber í sær, at rættur spenningur nú er kyknaður upp millum oddaliðini í 1. deild um meistaraheitið.
Les meira »Høgni FM-vinnari í kviktalvi
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag hevur í dag vunnið fyrsta FM-heitið í kviktelving. Honum eydnaðist í umdysti í Løkshøll við stórmeistaran Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin. Tá kappingin var av stóð á jøvnum teirra millum í oddanum. Báðir høvdu átta stig eftir níggju umfør. Reglurnar eru soleiðis, at tá skal umdystur telvast. Helgi hevði annars vunnið talvið teirra millum í kappingini, og átti tí munin í mótstøðustigum. Men umdystur var ásettur, og hann vann Høgni 1½-½ eftir tvey talv.
Les meira »