Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kongshavnar Talvfelag kvik sunnudagin 27. mars

Kongshavnar Talvfelag kvik sunnudagin 27. mars

Sunnudagin 27. mars kl. 14.00 skipar Kongshavnar Talvfelag fyri talvkapping.
 
Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri bæði roynd og óroynd.

Tilmeldingar higartil: KHT-Kvik 2022
 
Tíð
Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 7 umfør.
 
 
Vinningar
1. 750 kr.
2. 500 kr.
3. 250 kr.
2 x ratingsvirðislønir á 200 kr.
 
Luttøkugjald
Vaksin 100 kr.
Undir 16 ár 50 kr.
 
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.
 
Tilmelding
Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 580062, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00
 
 
Stað
Telvað verður í Skúlanum við Løkin.
Møtið fjølment !
Kongshavnar Talvfelag

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …