Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnarmenn á odda

Havnarmenn á odda

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi. 

Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.

Havnin og Klaksvík telvaðu í Finsen í gjár. Á 2. borði fremst í myndini brestu skyldmenninir Eyðun Nolsøe (vm) og Carl Eli N. Samuelsen (hm) saman. Á 1. borði innan fyri síggjast Helgi Dam Ziska (hm) og Ólavur Simonsen (vm). Standandi síggjast Rani Nolsøe og Terji Petersen, sum mannaðu aftaru borðini hjá klaksvíkingum.
 
 
Same procedure as every year!
 
Vit fáa aftur eina beinleiðis FM-finalu um føroyameistaraheitið í talvi fyri lið millum Havnina og Sandavág. Soleiðis hevur verið nú í nøkur ár, og soleiðis verður aftur í ár.
 
Havnar Telvingarfelag gjørdi ein ordans vørr í næstsíðsta umfari sunnudagin, og otaði seg eitt stig framum Sandavágs Talvfelag. Óvæntað eydnaðist havnarmonnum at vinna á øllum fýra borðunum móti besta liðnum hjá klaksvíkingum. Hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg – ávikavist nummar tvey og trý hjá Havnini – vóru tøkir í gjár, afturfyri var Eyðun Nolsøe komin afturíaftur hjá klaksvíkingum.
 
Á øllum borðum var telvað sisilianskt, og skarpur gjørdist hildarleikur. Luitjen og Sjúrður vunnu sannførandi á aftaru borðunum. Helgi telvaði væl á toppborðinum, men støðan var so mikið skørp, at Ólavur fekk eisini sínar møguleikar, men stórmeistarin royndist kringari, tá á stóð. 
 
Á øðrum borði togaðust tveir fyrrverandi føroyameistarar. Eyðun Nolsøe (FM 1995) og Carl Eli Samuelsen (FM 2005). Eyðun kýtti seg at vinna endatalvið í hesum drúgvasta talvinum í dystinum, men til endans lumpaði Carl Eli mammubeiggjan og skákaði frúnna av honum. Beiskt og snópisligt hjá Eyðuni at lorka sær alt av hondum í einum og sama leiki eftir so nógvar tímar.
 
Vágamenn vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum. Dysturin var framskundaður, tí helvtin av vágamanningini spældi fótbóltsdyst í Betri-deildini sunnudagin. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur framvegis fult stigatal eftir níggju umfør, men Rógvi Egilstoft og Silas Eyðsteinsson máttu sættast við remis. Rani Baldursson telvaði væl á fyrsta borði hjá klaksvíkingum og stríddist heilhugaður fyri javnleikinum móti Rógva. Veteranurin Torkil Nielsen útinti sína skyld við sigri á fjórða borði.
 
Stigið, sum klaksvíkingar fingu móti vágamonnum, ber í sær, at teir eru tvey stig undan vestmenningum í sínamillum botnstríðnum undan seinasta umfari. Vestmanna og Havnin B telvaðu javnt í dag.
 
 
1. deild – 9. umfar
9. Umfar tann 2022/03/13 kl. 14:00
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1 : 3
1.1  
 
Baldursson, Rani
1990 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2361 ½ – ½
1.2  
 
Gaard, Ingolf
1912 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2384 0 – 1
1.3  
 
Skaale, Janus
1862  
 
Eydsteinsson, Silas
2046 ½ – ½
1.4  
 
Solsker, Tummas M.
1843  
 
Nielsen, Torkil
2168 0 – 1
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 1   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg 2 : 2
2.1  
 
Mortensen, Rogvi
2018  
 
Andreasen, Jakup A.R.
1999 0 – 1
2.2  
 
Jogvansson, Hjalti Toftum
1988  
 
Hojgaard, Samson
1969 ½ – ½
2.3  
 
Hansen, Herluf
1985  
 
Brekka, Martin
2059 1 – 0
2.4  
 
Berg, Margar M.
1975  
 
Olsen, Alfred A.
1806 ½ – ½
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 4 : 0
3.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2539  
 
Simonsen, Olavur
2217 1 – 0
3.2 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2181  
 
Nolsoe, Eydun
2173 1 – 0
3.3  
 
Thorsteinsson, Sjurdur
2128  
 
Nolsoe, Rani
2055 1 – 0
3.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2126  
 
Petersen, Terji
2030 1 – 0



Støðan í 1. deild 

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *    4 4 28,5 16
2 Sandavágs Talvfelag 1    *   *  3 4 4 3 27,5 18
3 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ 0 1  *   *  2   3 3 17,0 9
4 Havnar Telvingarfelag 2 0 2    *   *  3 ½ 3 2 15,0 6
5 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½ ½ 0 1 1 1 1  *   *    11,0 4
6 Vestmanna Talvfelag 1 0 ½ ½ ½ 1 2    *   *  9,0 1


Hinar deildirnar
 
Í 2. deild stendur kappingin millum Kollafjørð og Klaksvík. Alt bendir tí á, at Kollafjørður flytur upp í fremstu deildina, um ikki vestmenningar fara at lofta sær í bestu deildini við einum rimmar dysti í síðsta umfari.
 
Úrslit 2. deild
Havnin – Kollafjørður 1-3
Sandavágur – Klaksvík 2½-1½
Rókur – Kollafjørður B 2½-1½
 
Støðan í 2. deild
Kollafjørður 25½
Klaksvík 24½
Sandavágur 20½
Havnin 17½
Rókur 10
Kollafjørður B 10
 
 
Úrslit 3. deild
Havnin – Kongshavn 1½-2½
Sandavágur – Vestmanna 2½-1½
Toftir – Kollafjørður 1½-2½
 
Støðan í 3. deild
Havnin 21½
Kongshavn (Runavík) 21
Toftir 20½
Kollafjørður 16
Sandavágur 16
Vestmanna 13
 
 
Úrslit 4. deild
Kongshavn – Klaksvík B 1-3
Rókur – Toftir 1-3
Klaksvík – Sandavágur 2-2
Havnin – Gøta 3-1
 
Støðan í 4. deild
Sandavágur 20½
Havnin 18
Gøta 18
Klaksvík B 16
Klaksvík 14½
Rókur 12
Kongshavn 10
Toftir 9½
Rókur B 9½
 
 
Endabresturin
 
Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini í talvi verður leygardagin 26. mars. Tá hittast øll liðini í øllum deildum í einum stórum felagsumfari í Havn.
 
Og tá fellur avgerðin um FM-heitið í innanhýsis finaludystinum millum oddaliðini bæði, Havnina og Sandavág. Tann, sum vinnur dystin, verður føroyameistari. Endar dysturin javnur, verður Havnin føroyameistari.
 
Seinasta umfar í 1. deild er hetta:
 
 
10. umfar, 1. deild (26. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík – Havnin B
Vestmanna – Klaksvík B

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …