Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi fekk remis

Helgi fekk remis

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.
 
Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Helgi hevði við hvíta fólkinum fult tamarhald á talvinum frá byrjan at enda móti sterkasta telvaranum í Kroatia seinnu árini, Ivan Saric, ið hevur gott og væl hundrað stig fleiri í styrkitali enn okkara stórmeistari. Eftir at hava flutt 55 leikir í góðar fýra tímar, endaði talvið javnt stutt fyri klokkan trý í dag.
 
Hinir á føroyska liðnum, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen A. Apol, vórðu allir við undirlutan móti sterku mótstøðumonnunum. Kroatia er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini.
 
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, tryggjaði Føroyum remis á 1. borði móti Kroatia í dag.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.