Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag.
Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.
Í gjár vóru vit í líknandi støðu sum í dag, men tá endaði dysturin móti Libanon javnur 2-2. Sama var hjá Wales. Teir telvaðu í gjár 2-2 móti Norður-Makedonia, sum er styrkismett beint undir liðini á okkum. Vit hava eisini sæð fleiri onnur dømi um óvæntað úrslit. Eitt var, at Danmark mátti lúta fyri Zambia, sum er styrkismett langt niðari.
Eftir ógvuliga skiftandi mótstøðu í fyrstu dystunum, tá vit syftust millum annaðhvørt ov veik ella ov sterk mótstøðulið, eru vit nú kanska komin í slættari sjógv, har mótstøðuliðini yvirhøvur eru á okkara stigi – tó at styrkitølini kunnu siga nakað annað.
Vit hava telvað móti Wales tvær ferðir fyrr, og úrslitini hava verið sera ymisk. Fyrri dysturin var í 1988. Tá taptu vit 3½-½. Bara Bogi Ziska fekk remis. Men tíggju ár seinni vunnu vit á teimum við sama úrsliti. Tá vunnu John Rødgaard, John Arni Nilssen og Flóvin Tór Næs, og Ólavur Simonsen telvaði remis.
1988 Føroyar – Wales ½-3½
1998 Føroyar – Wales 3½-½