Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kroatia – dygg mótstøða

Kroatia – dygg mótstøða

Føroyska liðið móti Kroatia í dag: F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.
 
Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India.
 
Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600.
 
John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.
 
Kroatia er stórfavorittur í dystinum, og á øllum fýra borðunum. Ansurin fyri talvi hevur djúpar røtur í Kroatia. Landið er sum kunnugt sprottið úr jugoslaviska samveldinum, sum gekk til grundar fyri umleið tretivu árum síðani. Kroatia skipaði seg sum sjálvstøðugt land í 1991. Hóast tað ikki búgva fleiri enn fýra milliónir fólk í landinum, hevur Kroatia stórfingin úrslit í fleiri ítróttargreinum, eisini í stóru kappingargreinunum fótbólti og hondbólti. Talv var høgt í metum í gamla Jugoslavia, og telvarar haðani stóðu seg væl í fremstu røð.
 
Sterkasti telvari í Kroatia nú í eini tíggju ár hevur verið nú 31 ára gamli Ivan Saric. Hann var bæði heimsmeistari og evropameistari fyri telvarar yngri enn 18 ár, og í 2018 vann hann evropameistaraheitið fyri einstaklingar. Mong minnast, at hann á talvolympiaduni í Tromsø í 2014 vann á nýklakta heimsmeistaranum Magnus Carlsen í talvinum á 1. borði í dystinum millum Kroatia og Norra, sum kroatar vunnu heili 3½-½.
 
Helgi Dam Ziska hevur telvað tvær ferðir móti javnaldranum Ivan Saric. Í EM-kappingini fyri einstaklingar í Turkalandi í 2006 endaði tað javnt teirra millum, men í EM-dystinum í Reykjavík í 2015 millum Føroyar og Kroatia vann Saric sínamillum talvið á 1. borði.
 
Veteranurin á kroatiska liðnum er 56 ára gamli Zdenko Kozul. Hann er føddur í býnum Bihac í núverandi Bosnia. Kozul var jugoslaviskur meistari í 1989 og aftur í 1990, og vann bronsu við Jugoslavia á talv-OL á heimavølli í Novi Sad á heysti 1990. Eftir borgarakríggið á Balkan telvaði hann í 1992 við Bosnia á talv-OL, men av tí at hann er runnin av kroatiskari rót, valdi hann at skifta tjóðskap frá Bosnia, har hann er føddur, til Kroatia, haðan foreldur hansara eru ættað, og hagar hann flutti at búgva í 1993.  Kozul vann EM fyri einstaklingar í 2006 – í somu kapping, sum Helgi og Ivan Saric telvaðu remis sínamillum sum 16 ára gamlir.
 
Fylgjast kann við leik fyri leik í dystinum- og øllum hinum dystunum við – á netinum. Eitt leinki er heimasíðan chess.24.com.
 
Á middegi, tá dysturin var hálvanannan tíma gamal, søgdu teldurnar, at Helgi hevur lítlan fyrimun á 1. borði, at John hevur javna støðu, og at Høgni og Luitjen standa eitt vet verri.
 
 
India á odda
Eftir fyrstu trý umførini hava India og Frakland lagt seg á odda. A-liðið hjá India er styrkismett nummar tvey í kappingini. Frakland hevur fingið góða byrjan, tó at fremstu tveir telvararnir hjá Fraklandi, Alireza Firouzia og Maxime Vachier-Lagrave, ikki eru við.
 
Stórfavorittarnir úr USA hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar, men ikki so sannførandi, sum væntandi var. Mótstøðuliðið í dag er Usbekistan, sum Føroyar fingu seg trýstroyndar ímóti leygardagin.
 
Hjá norðurlondum hevur gongdin verið misjøvn. Norra er styrkismett í topp-5, men tapti í gjár heldur óvæntað 3-1 fyri Italia. Magnus Carlsen mátti sættast við remis á 1. borði. Danmark var fyrradagin fyri púra óvæntaðum tapi móti Zambia, sum er styrkismett munandi lægri enn Danmark, og í gjár noyddist Svøríki at lúta heili 4-0 fyri Hollandi. Og Ísland fekk ikki fótin fyri seg móti C-liðnum hjá India.
 
Hesi úrslit eru nøkur av fleiri dømum um tað veldigu globalisering, sum fer fram í talvi. Internetið hevur verið ein kollvelting. Nú kann hvør sita og telva á netinum. Vit síggja eisini, at telvarar úr londum, sum ikki hava sterka talvsiðvenju, brádliga gera ein vørr. Styrkitølini kunnu tí eisini vera misvísandi. Dysturin hjá Danmark móti afrikanska liðnum Zambia man vera dømi um hetta. At kalla øll heimsins lond senda nú landslið á talvolympiaduna – bæði kvinnur og menn.
 
Í almennu røðini (manskappingini) eru 188 lið. Í kvinnukappingini eru liðini 162.
 
 
Javnstøða haltar
 
Í Føroyum haltar við javnstøðu í talvi.  Bara menn telva í Føroyum. Vit hava ongantíð verið í nánd av at manna eitt kvinnulandslið í talvi, tíansheldur nakað FM fyri kvinnur. Ikki tí, tvær gentur hava vunnið almenna FM-heitið fyri unglingar í talvi, Herborg Hansen, KTF (2008) og Sára Traber Olsen, HT (2010), men hvørgin telvar longur – Herborg tekur tó okkurt hendinga talv framvegis. Í Kollafirði hava gentur eisini telvað, fyri fáum árum síðani sást onkur teirra í liðkappingini.
 
Sum eitt stuttligt kuriosum kann vera nevnt, at á 1. borði hjá Danmark í kappingini fyri kvinnur á talv-OL í India situr Ellen Fredericia Nilssen, sum er hálv føroysk – dóttir altjóða meistaran John Arna Nilssen, sum ofta hevur telvað á føroyska landsliðnum, og sum av røttum átti at verið við í India. Onnur genta, sum eisini hevur telvað á danska kvinnulandsliðnum í talv-OL er Miriam Fríða Olsen. Hon er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur føroysk foreldur, sum fluttu til Danmarkar at búgva. Miriam telvaði við føroyska hópinum til NM-skúlakappingarnar í nøkur ár, men seinni umboðaði hon Danmark. Longu í 2004 var hon á danska OL-landsliðnum.
 
Høvdu umstøðurnar lagað seg øðrvísi, kundu vit saktans havt eitt sterkt kvinnulandsliðið í talvi eisini. Men fyritreytin má vera, at gentur fara at telva í Føroyum.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …