40 børn og ung luttóku í aðru undankapping til NM úttøku í Klaksvík í vikuskiftinum. Kappast var í 4 aldursbólkum, U10, U12, U14 og U16. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa víðari í eina finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Í finaluni koma tey at kappast um NM luttøku; tí 2 tey bestu úr hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í februar / mars.
Les meira »Kvinnutelving á skrá – Innbjóðing til FM fyri gentur
Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð. Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini.
Les meira »Innbjóðing til aðru NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022
NM úttøkukapping verður aftur komandi leygardag, 26. november í Klaksvík. Kappingin verður í Skúlatrøð og byrjar kl. 10:00. Hettar er onnur út av tveimum undankappingum, har ið børn og ung kappast um pláss í eini finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Har verður telvað um 2 ovastu plássini í 5 ymiskum aldursbólkum, sum sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í 2023.
Les meira »Úrslit og myndir frá NM úttøkukapping 11.20.2022
35 børn luttóku í vikuskiftinum í fyrru úttøkukappingini til NM 2023. Tey telvaðu í 5 ymiskum aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Tey kappaðust um at vera í topp 8 í hvørjum bólki, sum sleppa í eini finalu at telva um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa avstað, og í 2023 verður kappingin í Norra.
Les meira »Innbjóðing til NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi. Í 2023 verður NM kappingin í Norra, og plagar hon at vera í februar – mars mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »Talvlandsliðið fær gullvenjara
Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti. Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum. Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu. Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.
Les meira »Helgi endurvann FM
Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi. Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði. Áhugin var stórur fyri kappingini. Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.
Les meira »Beinleiðis frá FM 2022 í kviktalvi
Fylgjast kann við beinleiðis í FM 2022 í kviktalvi. Viðmerkjarir verða eisini. Byrjað verður kl. 13.30 Sí https://live.faroechess.com
Les meira »Beinleiðis frá FM snar 2022
Umdystur er ímillum Helga D. Ziska og Rógva Egilstoft.Fygljast kann við herhttps://lichess.org/broadcast/fm-snar-2022/umdystur-1/FKySLo1y
Les meira »“Teir telva títt, teir telva dátt”!
Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu. Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi. Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 12. og 13. november.
Les meira »