Eyka aðalfundur

Við hesum verður lýst til eyka aðalfund tann 14/5-2022 í Hotel Runavík. Á skránni er val av nevndarlimum og val av tiltakslimum.

Les meira »

Steypakappingin 2022 verður 14. mai

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2021/22 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Les meira »

Helgi vann alt

Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi um vikuskiftið.    Í FM-snarkappingini í gjár vann Helgi við fullum stigatali – 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt.   Í kvikkappingini í dag var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.

Les meira »

FM í snar- og kviktelving

Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.

Les meira »

Hattrikk til Høgna

24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum.    Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.

Les meira »

Umdystur í unglingabólkinum

Kl. 18 verður umdystur í unglingabólkinum. Jónas Sólsker og Petur G. Magnussen telva um unglingaheitið. Leinkja verður løgd her, tá ið klárt er. Høgni Egilstoft Nielsen vann FM hjá teimum vaksnu.

Les meira »