Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til liðkapping fyri børn

Innbjóðing til liðkapping fyri børn

Sunnudagin 6. oktober verður liðkapping fyri børn telvað í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen. Byrjað verður klokkan 13.00.

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku. Tíðin er 10 minuttir í part til talvið, harafturat verða 5 sekund løgd afturat fyri hvønn leik.

Tiltakið er eitt gott høvi hjá minni royndum og nýliga byrjaðum telvarum at royna seg. Telvararnir læra at brúka klokkuna, koma at kenna talvumhvørvið og møta øðrum ungum talvspírum.
Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 3 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki vinna heiðursmerkir. Tað verða tríggjar kappingar av hesum slag í 2024. Hinar báðar kappingarnar verða ávikavist 27. oktober og 10. november.

Øll eru vælkomin at melda lið til: skúlar, talvfeløg og onnur áhugað. Skrivið til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Tit upplýsa navn á liðinum, nøvn á telvarunum, bygd/bý/skúla/talvfelag og aldursbólk. Freistin at melda til er leygardagin 5. oktober kl. 17.00.

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Talvkapping á netinum

Sunnudagin 6. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg …