Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2024/2025.
Hesi feløg hava lið í:
- deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 2 og Kollafjørður 1 (flutt upp úr 2. deild).
- deild: Sandavágur 2 (flutt niður úr 1. deild), Kongshavn 1, Havnin 3, Havnin 4, Klaksvík 3 og Toftir 1 (flutt upp úr 3. deild).
- deild: Kollafjørður 2 (flutt niður úr 2. deild), Gøta 1, Rókur 1, Sandavágur 3, Vestmanna 1 og Havnin 5 (flutt upp úr 4. deild).
Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 4. deild og unglingum.
Tilmeldingarfreisin er týsdagin 1. oktober 2024, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og teldupost.
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 13. oktober 2024.
Talvini í 1.deild, 2. deild og 3. deild skulu sendast talgilt til kappingarleidarin@faroechess.com. Ynskiligt er, at hetta eisini verður gjørt í 4. deild og unglingum.
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. +298 271404