Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til liðkapping fyri børn 28. okt.

Innbjóðing til liðkapping fyri børn 28. okt.

 

Leygardagin 28. oktober er liðkapping fyri børn aftur á skránni – hesaferð í skúlanum við Løkin í Runavík. Kappingin byrjar kl. 10:00.

 

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Tiltakið er eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur. Tríggjar kappingar av hesum slag verða skipaðar í ár. Tann fyrsta var á Eiði t. 1. oktober (sí úrslit her) og tann triðja verður 5. november í Klaksvík (upprunaliga 11. november). Sí TSF kappingarkalendaran 2023/24 hjá TSF her.

 

Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugað, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Tit upplýsa navn á liðinum, nøvn á telvarunum, bygd/bý/skúla/talvfelag og aldursbólk. Freistin er fríggjadagin, 27. oktober. 

 

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …