Fyrsta barnakappingin í hesum talvárinum var hildin á Eiði sunnudagin 1. oktober, og heili 18 lið vóru við. Talan var um eina kvik-kapping, har ið 4 børn vóru á hvørjum liði, og 5 umfør vóru telvað. Fleiri av børnunum høvdu ongantíð telvað kapping fyrr, men hýrðurin var góður, og øll vóru ágrýtin. At eini 75 børn luttaka, berur góðar vónir um komandi talvár, kanska serliga hjá teimum yngru telvarunum.
Í eldra bólkinum, 5. fl. og eldri, gjørdist Sandavágur vinnarin við heili 18 stigum. Nummar 2 var Havnin 1 við 14, og á 3. plássi Gøta við 11 stigum.
Meira kann síggjast um hesi úrslit á hesi leinkju:
https://chess-results.com/tnr826772.aspx?lan=7&fbclid=IwAR0dctlQAM-VAPIVcdOQRy5UzJL7aGARobCTy1_xm0WL1hJGOud2PXdFrvo
Í yngra bólkinum, 4. fl. og yngri, var tað Havnin 1 sum vann við 17 stigum. Og sum nakað nýtt vóru umboð frá einum skúla, nemliga Skúlanum á Fløtum, sum tóku lut í slíkari kapping. Og hettar liðið gjørdist nummar 2 í kappingini við 12,5 stigum. Og á 3. plássi var tað lið frá nýggja felagnum á Strondum sum fekk bronsumedalju, við 11,5 stigum.
Meira um úrslitini frá yngra bólkinum sæst her:
https://chess-results.com/tnr826754.aspx?lan=7&fbclid=IwAR3GhZmjGiql010oLyVNzpFCeT6gbc5dY-UKpwm2Q_F0NovDwoaE5NfW69E
Næsta kapping av hesum slag verður í Runavík t. 28. oktober. Nærri kunning um tilmelding o.a. verður á síggja á síðuni nærri dato.
Stóra takk fyri hesuferð! Vónandi síggjast vit aftur næstuferð.