Árligi kappingarkalendarin hjá Talvsambandinum er nú komin. Hann er fullur av tiltøkum, sum verða skipaði av talvfeløgunum kring landið. Undirtøkan er góð á hvørjum ári, og er tí talið av kappingum støðugt vaksandi. Serliga er at gleðast um tær heili 17 barnavinarligu kappingar á skránni. Tann fyrsta verður longu nú, komandi vikuskifti á Eiði.
Øll eru vælkomin til at luttaka í kappingum. Eisini tey, ið ikki telva við í nøkrum felagi. Kappingarnar verða lýstar so hvørt sum tær nærkast, og ber til tá at tilmelda luttøku. Innbjóðingarnar verða at síggja her á heimasíðu Talvsamband Føroya og á facebook-síðuni.
Kappingarkalendarin kann takast niður á leinkjum niðanfyri. Eisini eru eintøk av kalendaranum annaðhvørt við barnakappingum ella vaksmannakappingum fyri seg.