Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin á odda

Havnin á odda

Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík endastøðuni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág.

Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár.

Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini í gjár. 

Hjá havnarmonnum var eitt ávíst mannfall í gjár, tí hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen ella Herluf Hansen – fýra av teimum seks, sum mannaðu FM-liðið í fjør – vóru tøkir, tá klokkurnar vórðu settar í gongd klokkan tíggju fyrrapartin í gjár. Felagið hevði tí bundið um heilan fingur og útvegað sær útlendskan styrk.

Helgi Dam Ziska, sum var burturstaddur, hevði fingið fyrrverandi liðfelaga á danska meistaraliðnum Philidor at loysa seg av. Simon Bekker-Jensen var leigaður heim at telva á fyrsta borði hjá Havnini í gjár. Hann er danskur altjóða meistari, hevur styrkitalið 2478 og er nummar átta á danska styrkilistanum.

Dystirnir í 4. umfari í 1. deild endaðu soleiðis: Havnin 1 – Klaksvík 2-2, Sandavágur – Kollafjørður 3½-½ og Gøta – Havnin 2  2-2.

Simon Bekker-Jensen vann hegnisliga í hárfínum endatalvi á Ólavi Simonsen, men Rani Nolsøe feldi óvæntað Olaf Berg á øðrum borði. Á aftaru borðunum endaðu talvini jøvn. Rógvi Mortensen fekk sín elddóp á fyrsta borði hjá Havnini.

Sandavágur fekk væntaða stórsigurin á kollfirðingum, men eitt hálvt stig lá kortini eftir. Strandingurin Eivind Jacobsen tiltuskaði sær remis móti Silasi Eyðsteinssyni á triðja borði.

Uppflytarnir úr Gøtu komu umsíðir upp á stigatalvuna, og tað við einum 2-2 javnleiki móti øðrum liði hjá Havnini.

Toppdystur

Í fimta umfari kom toppdysturin millum Havnina og Sandavág, sum vóru púra jøvn eftir fjórða umfar. Havnin vann 2½-1½. Simon Bekker-Jensen vann aftur í teprum endatalvi, hesaferð móti Rógva Egilstoft Nielsen, og hesaferð eitt sindur heppið. Í líka spennandi og jøvnum talvi á øðrum borði koppaði Høgni Egilstoft Nielsen Olaf Berg, sum ivaleyst legði ov nógv fyri at vinna. Á triðja endaði javnt millum Sjúrð Thorsteinsson og Silas Eyðsteinsson, og á fjórða borði vann Carl Eli Samuelsen – sum ikki fekk verið við í fyrra dystinum í gjár – á Torkil Nielsen.

Mest óvæntaða úrslitið í fimta umfari var, at annað lið hjá Havnini vann á klaksvíkingum. Eitt sindur óvæntað taptu báðir frændurnir, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen. Í triðja dystinum vunnu kollfirðingar á gøtumonnum. Bernhard Thomsen, sum telvaði sítt fyrsta talv í fleiri ár, var sigursharri í dystinum.

Úrslitini: Havnin 1 – Sandavágur 2½-1½, Havnin 2 – Klaksvík 2½-1½ og Kollafjørður – Gøta 2½-1½.

Støðan í 1. deild eftir fimta umfar: 1. Havnin 1  15½ stig 2. Sandavágur 14½ stig 3. Klaksvík 11½ stig 4. Havnin 2 9½ stig  5. Kollafjørður 5½ stig 6. Gøta 3½ stig.

Hinar deildirnar

Í 2. deild tykist dysturin um uppflyting serliga at standa millum Klaksvík og Vestmanna. Klaksvíkingar eru stavnin undan eftir fimm umfør. Teir hava 11 stig og Vestmanna 10½. Men kappingin er hørð, tí Havnin hevur 9 stig, og Sandavágur og annað lið hjá Havnini hava 8 stig, og Runavík 5½ stig.

Royndir telvarar manna oddaliðið úr Klaksvík. Í fimta umfari í gjár telvaðu Haldur S. Johansen, Tummas Martin Sólsker, Ingolf Gaard og Esbern Christiansen á klaksvíksliðið. Annars er hugaligt at síggja, at teir yngstu standa seg so væl. Nevnast kann 11 ára gamli Luitjen Akselson Apol, sum vann bæði talvini í 2. deild í gjár – annað var móti fyrrverandi føroyameistaranum John Jacobsen úr Vestmanna.

Í 3. deild tykist endurvakta felagið í Sundalagnum, Streymur, at hava beina kós móti uppflyting. Tíggju lið eru í 3. deild.

Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins, Faroechess.com í breddanum Aktuelt.

Telvað verður aftur í liðkappingini 10. februar, tá nýtt dupultumfar er. landskappingin endar 17. mars.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …