Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2026/2027.
Hesi feløg hava lið í:
1. deild: Sandavágur 1, Havnin 1, Klaksvík 1, Havnin 2, Klaksvík 2 og Kollafjørður 1 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Sandavágur 2 (flutt niður úr 1. deild), Toftir 1, Klaksvík 3, Havnin 3, Havnin 4 og Vestmanna 1 (flutt upp úr 3. deild).
3. deild: Rókur (flutt niður úr 2. deild), Kongshavn 1, Kollafjørður 2, Sandavágur 3, Gøta 1 og Suðuroy 1 (flutt upp úr 4. deild).
4. deild: Klaksvík 4 (flutt niður úr 3. deild), Rókur 2, Havnin 5, Havnin 6, Sandavágur 4 og Strendur 1 (flutt upp úr 5. deild).
Tilmeldingarfreisin er sunnudagin 4. oktober 2026. Vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar til 5. deild og Unglingar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn og føðidato á nýggjum telvarum.
Eisini skal upplýsast, hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 18. oktober 2026.
Talvini í 1.deild, 2. deild og 3. deild skulu sendast talgilt til kappingarleidarin@faroechess.com. Ynskiligt er, at hetta eisini verður gjørt í 4. deild og unglingum.
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. +298 271404
Talvsamband Føroya Faroechess