Tann 30. november var FM í talvi fyri gentur hildið í Kolshøll á Eiði. 5 umfør vóru telvað, og 6 gentur kappaðust um FM heitið, umframt úttøku til norðurlandameistaraskapið fyri gentur. NM verður í 2025 í Danmark.
Les meira »Føroyar nummar 74 av 203 londum
Bara smærri broytingar eru at síggja á nýggjasta føroyska styrkilistanum í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt.
Les meira »Úttøka til NM fyri børn og ung
Sunnudagin 1. desember bleiv telvað um føroyameistaraheitið fyri børn og ung í Stranda skúla. Samstundis bleiv telvað um úttøku til NM, sum verður í Íslandi í februar 2025. Eins og vanligt bleiv kappingin skipað í 5 bólkur. Talvsamband Føroyar sendir á hvørjum ári 10 børn og ung til NM kappingina. Tveir teir fremstu telvararnir i hvørjum bólki verða úttiknir. Í fleiri bólkur var stórur spenningur, og fleiri umdystir blivu telvaðir.
Les meira »Stórsigur í útsettum dysti
Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1 deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum í gjárkvøldið. Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.
Les meira »Innbjóðing: NM úttøku-finalan
Sunnudagin verður NM úttøku-finalurnar í ymsu aldursbólkunum telvaðar í skúlanum á Strondum. Byrjað verður klokkan 13.30
Les meira »INNBJÓÐING: FM gentur 2024
Skipað verður fyri FM gentur 2024 í Kolshøll á Eiði leygardagin 30. november. Byrjað verður klokkan 11.00.
Les meira »Í hálvum gekki
Ringa veðrið darvaði eisini landskappingini í talvi í dag. Fleiri dystir vóru útsettir. Men oddaliðið, Havnar Telvingarfelag, vann týðandi útidystin móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1, og hevur tí tryggjað sær leiðsluna áðrenn fyrra toppdystin móti Sandavágs Talvfelag eftir nýggjár.
Les meira »Vánaligt veður
Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.
Les meira »Seinastu dystirnir fyri jól
Talvfólkið verður sett upp um alt landið í morgin. Tá verða dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi í øllum fýra deildum spældir. Hetta er seinasta leikumfar fyri jól.
Les meira »INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2025 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess