Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvhugni fyri gentur

Talvhugni fyri gentur

Sunnudagin 15. juni skipaði Talvsamband Føroya, saman við talváhugaðum foreldrum, fyri talvhugna fyri gentum. Skótahúsið í Kollafirði var karmur um tiltakið, og 15 gentur í aldrinum 5-11 ár luttóku.

Byrjað varð við undirvísing í talvi, sum Herborg Clarke og Mortan Mørkøre skipaðu fyri. Síðani var ein steðgur, har genturnar fingu ein bita úti í góðveðrinum. Eftir hetta var hugni á skránni við telving og spæli á spæliplássinum við skúlan. Eisini varð skipað fyri eini lítlari talvkapping í liðum.

Tað var avbera stuttligt at síggja fleiri talváhugaðar gentur til tiltakið, sum eydnaðist sera væl. Vónandi fara vit at síggja hesar gentur, og fleiri aðrar, til onnur talvtiltøk í framtíðini.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.