Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FIDE dómaraskeið

FIDE dómaraskeið

Í døgunum 4. til 7. september 2025 varð skipað fyri FIDE Arbiters’ Seminar (dómaraskeið) í Keypmannahavn, danska talvsambandið, skipaði fyri.

Undirvísari var IA/IO Omar Salama(ISL), ið hevur drúgvar royndir sum undirvísari og talvdómari, og lokalur hjálparundirvísari var I. A. Poul Jacobsen (DEN).

Seks (6) luttakarar frá trimum (3) londum (DEN, FAI, og GER) luttóku á skeiðnum og fimm (5) av teimum luttóku í próvtøkuroyndini, sum varð hildin eftir at fyrilestrarnir vóru lidnir.

Hesir stóðu royndina og fáa teir norm til heitið sum FIDE Arbiter (FA) eftir góðkenning frá næsta FIDE-ráðnum.

Føroyska umboðanin var Hjalti Petersen og fegnast Talvsamband Føroya um at vit nú eru ein talv dómara ríkari og áhaldandi menna støði á føroyskari telving og fyriskipan rundan um kappingarnar.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.