Fyrsta vikuskiftið í mai varð skipað fyri talvlegu í skótahúsinum í Kollafirði, har 35 børn luttóku. Tiltakið byrjaði við talvundirvísing í trimum bólkum. Undirvísarar vóru Luitjen A. Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.
Eftir miðmála vóru talvuppgávur á skránni, og seinni var hugni við telving, talvstaffett og fótbóltskapping á vøllinum við skúlan. Eftir náttverða var biografur í skúlanum, har ein talvfilmur varð vístur. Og síðani varð telvað líka til songartíð.
Eftir morgunmatin seinna dagin varð skipað fyri talvkapping í somu bólkunum, sum undirvísingin varð skipað í.
Hetta er annað árið á rað, at Talvsambandið skipar fyri talvlegu. Aftur í ár eydnaðist legan sera væl, og børnini hugnaðu sær óført. Umstøðurnar í Kollafirði riggaðu avbera væl til tiltakið við gisting og máltíðum í skótahúsinum og telving í skúlanum. Spæliplássini við skótahúsið og skúlan vórðu eisini dúgliga nýtt.
Tað er stuttligt at síggja, at talváhugin hjá børnunum er stórur, og vit vóna at síggja fleiri av børnunum aftur í heyst, tá ið telvingin byrjar aftur.