Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ólavsøkutelving

Ólavsøkutelving

Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at telva ólavsøkuaftan. Byrjað verður beint eftir kappróðurin. Best sum finaluróðurin millum Havnarbátin og Klaksvíkingin er av, fara havnarmenn og klaksvíkingar undir annan harðan dyst sínamillum.
 

Telvað verður á tíggju borðum uppi í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen (í gamla Kommunuskúla). Leiktíðin verður 15 minuttir umframt fimm sekund fyri hvønn leikin í part. Dysturin plagar tí at vera liðugur eftir einum knøppum tíma.
 
Henda ólavsøkusiðvenjan varð tikin upp aftur fyri fimm árum síðani. Havnarmenn hava vunnið tríggjar ferðir hesi  árini.
 
Vinnarar 2021-2024
2021 HT
2022 KTF
2023 HT
2024 HT
 
 
Í ár fara hesir tjúgu at telva á ólavsøku:
 
Havnin
1. Luitjen A. Apol
2. Carl Eli N. Samuelsen
3. Elias Petersen
4. Rógvi W. Rasmussen
5. Hjalti T. Jógvansson
6. Herluf Hansen
7. Margar Berg
8. Arild Rimestad
9. Óli Joensen
10. Poul Poulsen
 
Klaksvík

1. Ólavur Simonsen

2. Rani Baldursson
3. Haldur S. Johansen
4. Terji Petersen
5. Janus Skaale
6. Ingolf Gaard
7. Wille Olsen
8. Tummas M. Sólsker
9. Flóvin M. Tummasarson
10. Rógvi H. Olsen

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.