Havnin økir

Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi í áttanda umfari í dag. Havnarmenn otaðu seg eitt stig longur undan vágamonnum, men enn eru ikki allar súður syftar. Tvey umfør eru eftir, og oddaliðini eiga ein avgerandi innanhýsis dyst eftir í seinasta umfari.

Les meira »

Vágamenn tátta í

Sandavágsmenn nærkast nú havnarmonnum í landskappingini í talvi. Munurin millum oddaliðini styttist við einum stigi í dag.  Vágamenn gjørdu bart í sjeynda umfari og vunnu 4-0 á B-liðnum hjá Havnini. Sama hál gjørdu klaksvíkingar móti kollfirðingum. FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvík B.

Les meira »

Aðalfundur verður 26. februar 2025

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 26. februar 2025 kl. 19:00 í Skúlanum í Kollafirði. Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 13. februar 2024.

Les meira »

Vágamenn dragna

Havnarmenn styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi um vikuskiftið, tá sjøtil varð settur á seinnu leikhálvu.  Føroyameistarnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig afturum Havnina.

Les meira »

Barna Grand Prix í Finsen

Leygardagin bleiv fyrsta av fimm Barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað bleiv í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 31 børn luttóku í kappingunum.

Les meira »

Barna Grand Prix í Finsen

Komandi leygardag, 25. januar kl. 13.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Finsen í Tórshavn. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »