Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Meistararnir snávaðu

Meistararnir snávaðu

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.

Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen.

Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen. 

Í innanhýsis dystinum millum liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag vann A-liðið 3-1. Ólavur Simonsen og Haldur Suni Johansen vóru ikki við. Ei heldur Eyðun Nolsøe, sum nú er skrásettur í Suðuroyar Talvfelag.

Dysturin millum liðini í Sandavágs Talvfelag er útsettur til mikukvøldið. Helvtin av A-liðnum mundi vera upptikin av fótbólti.

1. deild – 1. umfar:

Havnin (A) – Havnin (B) 2 – 2

Luitjen A. Apol (2318) – Heiðrikur Jacobsen (1948) 1 – 0

Elias Petersen (2100) – Petur G. Magnussen (1921) 0 – 1

Hjalti T. Jógvansson (2030) – Flóvin M. Tummasarson (1903) 0 – 1

Herluf Hansen (1974) – Margar Berg (1896) 1 – 0

Klaksvík (A) – Klaksvík (B) 3 – 1

Rani Baldursson (2061) – Finnbjørn Vang (1963) 1 – 0

Heðin Gregersen (1976) – Wille Olsen (1958) 1 – 0

Steintór Rasmussen (1983) – Tummas M. Sólsker (1930) 1 – 0

Terji Petersen (1970) – Rani Nolsøe (1903) 0 – 1

Sandavágur (A) – Sandavágur (B) – útsettur til mikukvøldið.

FM-vinnarar 2025 – Havnar Telvingarfelag. Bara tveir av hesum telvaðu sunnudagin.

Hinar deildirnar

Niðanfyri seta vit upp úrslitini í fyrsta umfari í hinum deildunum. Nevnast skal, at dysturin millum Rók og Gøtu í 4. deild bólkur A er útsettur til hóskvøldið.

2. deild

Kollafjørður – Rókur 3½ – ½

Toftir – Klaksvík 2 – 2

Havnin (B) – Havnin (A) 3 – 1

3. deild

Vestmanna – Gøta 3½ – ½

Klaksvík – Sandavágur 1½ – 2½

Kollafjørður – Kongshavn 3½ – ½

4. deild (A-bólkur)

Toftir – Sandavágur 1½ – 2½

Havnin – Strendur 3 – 1

4. deild (B-bólkur)

Kollafjørður – Suðuroy 0 – 4

Havnin – Sandavágur 1 – 3

Kongshavn – Rókur 1 – 3

Sí eisini

Venjaraskeið á netinum

Í døgunum 17. – 21. november verður skipað fyri skeiði fyri talvvenjarar í Íslandi. Føroyingar …