Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Venjaraskeið á netinum

Venjaraskeið á netinum

Í døgunum 17. – 21. november verður skipað fyri skeiði fyri talvvenjarar í Íslandi. Føroyingar hava møguleikar at luttaka gjøgnum internetið.

Tað er íslendski stórmeistarin í talvi, Guðmundur Kjartansson, sum stendur fyri skeiðinum. Um áhugi er í skeiðinum, er møguligt at senda ein teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com.

Meira kann lesast um skeiðið her: Venjaraskeið

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.