Føroyar og Ísland í EM-dysti í talvi í gjár. Fremst á myndini vinstrumegin Martin Poulsen á fjórða borði móti stórmeistaranum Hannesi Stefanssyni, sum eigur metið sum íslandsmeistari heilar trettan ferðir. Myndatøka: Ingvar Thor Johannesson.
Føroyar vórðu í gjár fyri teprum ósigri í dystinum móti Íslandi í EM-stevnuni í talvi fyri landslið í Georgia.
Vit taptu 1½-2½. Rógvi Egilstoft vann eitt rættiligt álopsstalv á triðja borði. Yngri bróðirin helt javnvágina á fyrsta borði móti sterkasta íslendinginum. Men tíverri vórðu bæði Luitjen og Martin við undirlutan við svarta fólkinum.
EM – 7. umfar, Batumi
Føroyar – Ísland 1½ – 2½
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – GM Vignir Vatnar Stefansson 2506 ½ – ½
Luitjen A. Apol 2318 – GM Guðmundur Kjartansson 2422 0 – 1
Rógvi Egilstoft 2304 – IM Dagur Ragnarsson 2385 1 – 0
Martin Poulsen 2276 – GM Hannes Stefansson 2408
Móti Portugal í dag
Í dag telva Føroyar móti Portugal, sum er styrkismett heldur ovari enn Føroyar. Skulu vit fáa eitt kærkomið dystarstig aftrat – t.v.s. ein javnleik – krevst eitt dygdargott heildaravrik. Allir fýra mugu telva lýtaleyst.
Tað hevur fyrr borið til móti Portugal. Í OL 1998 vunnu Føroyar óvæntað stórsigur. John Rødgaard, John Arni Nilssen, Rógvi W. Rasmussen og Flóvin Tór Næs tryggjaðu okkum ta ferðina ein sera flottan 3½-½ sigur á Portugal.
Portugisar hava hægri styrkitøl á øllum borðum, so ein javnleikur hevði í dag verið nøktandi.
EM – 8. umfar, Batumi
Føroyar – Portugal
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – IM Andre V. Sousa 2433
Luitjen A. Apol 2318 – Jose Barria 2376
Rógvi Egilstoft 2304 – Bruno Martins 2363
Martin Poulsen 2276 – IM David Martins 2430