Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aftur tepturt tap

Aftur tepturt tap

Rógvi Egilstoft hevur dag um dag vunnið í dystunum móti Íslandi og Portugal, og er toppskjútti á føroyska landsliðnum í EM. 

Tað var sama søgan hjá Føroyum í áttanda umfari móti Portugal mánadagin sum í sjeynda umfari móti Íslandi sunnudagin í EM-kappingini fyri talvlandslið í Batumi. 

Vit taptu 2½ – 1½. 

Og innanhýsis fullu stigini meinlík í báðum dystunum. Brøðurnir Rógvi og Høgni eru álitið. Rógvi vann, og Høgni telvaði javnt. Luitjen og Martin taptu aftur við svarta fólkinum.

Javnleikurin hekk í luftini, tí Martin átti av røttum at fingið endatalvið javnt, men hann fór skeivur og tapti.

EM – 8. umfar, Batumi

Føroyar – Portugal 1½ – 2½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – IM Andre V. Sousa 2433 ½ – ½

Luitjen A. Apol 2318 – Jose Barria 2376 0 – 1

Rógvi Egilstoft 2304 –  Bruno Martins 2363 1 – 0

Martin Poulsen 2276 – IM David Martins 2430 0 – 1

Føroyar hava tí framvegis bara tvey stig fyri sigurin á Skotlandi. Vit eru nummar 39 og næstaftast fyri seinasta umfar týsdagin.

Seinasta umfar

Dystirnir í níggjunda og seinasta umfari byrja longu klokkan níggju týsmorgunin føroyska tíð. 

Føroyar telva móti Georgia D.

Tað er spenningur í oddanum. Ukraina og Aserbadsjan eru fremst við trettan stigum. Síðani koma Holland, Ongland og Serbia við ellivu stigum.

Sí eisini

Talvkapping á netinum (GP 1)

Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg …