Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Bólkarnir eru hesir:
Bólkur A U20: Fødd í 2006-2008
Bólkur B U16: Fødd í 2009-2010
Bólkur C U14: Fødd í 2011-2012
Bólkur D U12: Fødd í 2013-2014
Bólkur E U10: Fødd í 2015 ella yngri
Sunnudagin 16. november verður undankapping fyri at sleppa í finaluna. Telvað verða 7 talv við tíðini 10 min. + 5 sek./leik. 8 teir bestu telvararnir í hvørjum bólki sleppa í finaluna. Um tað stendur á jøvnum í undankappingini, fyri at sleppa í finaluna, sleppur tann telvarin við, sum hevur klárað seg betur í ST-Open, ið verður telvað vikuskiftið 31. oktober til 2. november.
Finalan verður telvað vikuskiftið 5. til 7. desember. Í finaluni verður telvað langtalv. 2. teir bestu telvararnir í finaluni umboða Føroyar til NM í 2026.
Talvsamband Føroya
Talvsamband Føroya Faroechess