Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum (GP 1)

Talvkapping á netinum (GP 1)

Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Fyri at blíva tikin við í bólkin, so skal mann síggja, hvør eigur brúkaran.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 19. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygardagin kl. 18.00. Kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/5982605

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Sí eisini

Javnt í síðsta umfari

Føroyar telvaðu 2-2 móti D-liðnum hjá vertstjóðini Georgia í seinasta dystinum í EM-stevnuni í Batumi, sum endaði í dag. Við tí dystarstiginum, sum vit fingu fyri javnleikin, eydnaðist at ota seg framum Írland aftrat Skotlandi, sum vit høvdu lagt afturum okkum fyri seinasta umfar. Føroyar endaðu soleiðis nummar 38 av 40 liðum í EM. Vit vóru styrkismettir nummar 36.