Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur. Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teimum í alt 179 liðunum í almennu kappingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telvarar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð. Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis – og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rødgaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237.
Les meira »Olaf Berg gott úrslit
Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi.
Les meira »Helgi nummar fimm í Faroes Open
Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst.
Les meira »Seinasta umfar á Giljanesi
Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum.
Les meira »Sterk talvkapping á Giljanesi
Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.
Les meira »Snarkapping
Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »So er klárt til Faroes Open 2018
Annað árið á rað verður kappingin Faroes Open telvað. Í ár verður hon telvað í Sandavági í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Sandavágs Talvfelag, og tað er skúlin á Giljanesi, sum verður karmur um stóru kappingini.
Les meira »Havnin steypavinnarar 2018
Havnar Telvingarfelag gjørdist vinnari av steypakappingini 2018. Í frálíkum kørmum Úti á Gjógv í Sandavági, varð steypakappingin í talvi fyriskipað. 8 lið vóru við í kappingini, harav Sandavágs Talvfelag veruliga spílaði seg út, og luttók vid 3 liðum! Kappingin bleiv skipað soleiðis, at øll liðini telvaðu móti hvørjum øðrum einaferð. Sterkasta liðið á pappírinum var Sandavágs Talvfelag 1, har Nielsen beiggjarnir mannaðu fremstu borðini. Næstir vóru havnamenn, sum høvdu GM Helga Dam Ziska á 1. borði.
Les meira »OL-talvlandsliðið sett
Nú er greitt, hvussu føroyska talvlandsliðið verður mannað á olympiaduni í heyst. Liðið skal kunngerast á samkomu í Sandavági í kvøld, har ið hin árliga steypakappingin millum lið hevur verið í dag. Hin 43. talvolympiadan verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár.
Les meira »Helgi í topp 100
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.
Les meira »