Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen Akselsson Apol ársins telvari

Luitjen Akselsson Apol ársins telvari

Luitjen Akselsson Apol sum varð kosin Ársins Telvari eftir steypakappingina, hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tað bleiv dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88% av atkvøðunum.

Hann hevur verið virkin í flest øllum kappingum í føroyskari telving. Bæði í barna- og ungdómskappingum hevur hann verið frammaliga, í liðkappingini hevur hann telvað sannførandi fyri HT, og til FM á Páskum vann hann sannførandi 1. bólk. Harumframt vann Luitjen silvur í Norðurlandakappingini, sum varð hildin í Íslandi í februar. Og sum yngsta umboð nakrantíð, var Luitjen við á landsliðnum, sum luttók í EM fyri smátjóðir (San Marino). Á ratinglistanum hevur Luitjen eisini gjørt skarðslop, og er nú nr 25 í Føroyum.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.