Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot

Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot

Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin íár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.

Benjamin hevur verið virkin í øllum heimligum kappingum. Telvaði eitt sera gott NM, hóast sterka mótstøðu. Varð Føroyameistari í Unglingum á Páskum, og hevur eisini telvað fleiri kappingar uttanlanda. Serliga saman við Leif og Elmar; beiggja og pápa. Vit koma helst at hoyra meiri til Benjamin framyvir, um áhugi og góða gongdin heldur fram.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.