Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Olaf hevði besta talvið

Olaf hevði besta talvið

Ein dómsnevnd hevur nú tikið avgerð um, at Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag fær virðislønina fyri vakrasta talvið í FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum. 

Olaf fær virðislønina fyri talvið, sum hann við hvíta fólkinum vann á svianum Drazen Dragicevic í fyrsta umfari.
Dómsnevndin hevði sjálv fýra talv í uppskoti til virðislønina. Umframt talvið millum Olaf og Drazen var hugt at talvinum, sum Hans Kristian Simonsen vann á Carsten Høi, talvinum, sum Helgi Dam Ziska vann á Hans Kristiani Simonsen og talvinum, sum Luitjen A. Apol vann á Leif Reinert Fjallheim.
Niðurstøðan er, at sigurin hjá Olafi á svianum, sum gjørdist nummar tvey í kappingini, er hitt besta. Talan er um fínt posisjónstalv við hegnisligum taktiskum vendingum. Teldan viðurkennir nærum allir leikir hjá Olafi sum teir bestu í støðuni.
Olaf var javnur á øðrum plássi við Hans Kristian Simonsen í meistarabólkinum í sjálvari FM-kappingini á páskum. Tveir av útlendsku gesttelvarunum endaðu kortini fremri enn Olaf og Hans Kristian , men aftanfyri Helga Dam Ziska, sum vann bæði altjóða kapping og FM-heiti.
Olaf Berg hevur tvær ferðir verið føroyameistari fyri einstaklingar – í 2010 og 2013.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.