Sunnudagin 22. november verður felagsumfar telvað í liðkappingini. Allar deildirnar telva á Miðnámi í Vestmanna. Korona tilmælini verða fylgd.
Les meira »ST-Open
Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 13.-15. november 2020. Telvað verður í hølum felagsins.
Les meira »Sandavágur flúgvandi
Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin. Í 1. deild halda vágamenn stílin. Fjórði tryggi sigurin á rað fekst til høldar uttan nakað vingl. Í felagshølunum í Sandavági var úrslitið 3-1 móti uppflutta liðnum úr Klaksvíkar Talvfelag. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremru borðunum á ávikavist Finnbjørn Vang og Rana Baldursson. Á triðja og fjórða borði var remis. Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen fyri Sandavág og Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard fyri Klaksvík.
Les meira »Barna og ungdómskapping á Giljanesi
Í dag var undankappingin til úttøkukappingina til NM telvað á skúlanum á Giljanesi. 23 luttakarar luttóku í kappingini.
Les meira »Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 7. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi
Les meira »Úttøka til NM fyri børn og ung
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2021 verður kappingin í Føroyum 12.-14. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »Høgni vann spennandi finalu
Tað var spenningur við lít, tá Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol tóku finaludystin um FM-heitið í talvi seinnapartin.
Les meira »FM 2020 vinnarar
Her er eitt yvirlit og myndir av vinnarunum.
Les meira »Umdysturin live
Fylgjast kann við á https://live.faroechess.com , https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/faroese-championship-2020/8/1/1 og https://live.followchess.com/#!faroese-championship-lb-2020
Les meira »Talvumdysturin
Klokkan 14.00 í dag verður fyrsti leikurin fluttur í umdystinum um FM-heitið í talvi millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Les meira »