Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heðin Gregersen vann ST Open 2021

Heðin Gregersen vann ST Open 2021

Fyrsta Grand Prix kappingin í kappingarárinum varð telvað í vikuskiftinum.

21 luttakarar vóru við í kappingini á Giljanesi. Gleðiligt at síggja so nógvar luttakara og serliga at síggja so nógvar nýggjar telvarar royna seg.

Kappingin eydnaðist væl og vóru fleiri góð og spennandi talv, umframt góðar kakur til hvønn dagin.

Tá ið avtornaði vann Heðin Gregersen kappingina við 6½ stigi, Tummas Martin Sólsker og Jón í Horni Nielsen fingu 5½ stig.

Ratingvirðislønirnar vunnu Rógvi Heinason Olsen og Andri Brynjolfur Lenvig.

Endaliga støðan og øll úrslit kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr586380.aspx?lan=7&art=1

Nr. 1. Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag

 

Nr. 2. Tummas Martin Sólsker, Klaksvíkar Talvfelag

Nr. 3. Jón í Horni Nielsen, Sandavágs Talvfelag

Ratingvirðisløn 1. Rógvi Heinason Olsen, Klaksvíkar Talvfelag

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.