Leygarkvøldið verður skipað fyri tveimum talvkappingum á netinum. Øll eru vælkomin at luttaka.
Nú tað ikki er møguligt at møtast við talvborðið og telva, verður skipað fyri talvkappingum á netinum leygarkvøldið 6. november. Kappingarnar verða telvaðar á heimasíðuni chess.com. Tað er ókeypis at luttaka.
Skipað verður fyri eini barnakapping, ið byrjar kl. 18.00, og einari opnari kapping – t.v.s. at øll kunnu luttaka – sum byrjar kl. 20.00. Í báðum kappingum verða 7. umfør telvaði við tíðini 5 min. + 3 sek. fyri hvønn leik.
Barnakappingin
Øll børn eru vælkomin at luttaka, eisini tey, sum ikki hava roynt seg fyrr.
Fyri at luttaka, so skal mann gera sær ein brúkara á chess.com. Tað er ókeypis at gera brúkara og at luttaka í kappingini.
Kappingin verður í bólkinum “Talvkappingar fyri børn”. Bólkurin er at finna her: Talvkappingar fyri børn – Skakklub – Chess.com. Um tú ikki longu ert við í bólkinum, bið so um limaskap.
Sjálv kappingin er at finna her: Spil skak Online – Chess.com
Kappingin byrjar leygardagin kl. 18.00. Chess.com letur upp fyri tilmelding frá leygardegnum kl. 17.00.
Open kapping
Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Eisini tey, sum ikki hava roynt seg fyrr.
Fyri at luttaka, so skal mann gera sær ein brúkara á chess.com. Tað er ókeypis at gera brúkara og at luttaka í kappingini.
Kappingin verður í bólkinum “Talvkappingar fyri børn”. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com. Um tú ikki longu ert við í bólkinum, bið so um limaskap.
Sjálv kappingin er at finna her: Spil skak Online – Chess.com
Kappingin byrjar leygardagin kl. 20.00. Chess.com letur upp fyri tilmelding frá leygardegnum kl. 19.00.
Spurningar
Eru spurningar um eitt hvørt, so eru tit vælkomin at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com ella ringja á telefonnummar 740400.
Talvsamband Føroya