Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið

Úttøkukapping til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 27. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. (Tillagingar kunnu verða gjørdar)

Kappast verður í trimum aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Undankapping verður í C, D og E bólkinum. A og B bólkarnir telva bert finaluna.
Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2002 til 2004
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2007 og 2008
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2009 og 2010
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2011 ella seinni

8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa við í finaluni, sum verður telvað 11. decembur. Tvey tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Svøríki í februar 2022.

Bólkarnir telva í hvør sínari skúlastovu fyri at avmarka samband við hvør annan. C-bólkurin er fevndur av tilmælunum um at vísa koronupass, koppsetingarkort, negativa test ella váttan um fyrrverandi sjúku. Telvarar, ið hava sjúkueyðkenni, eiga ikki at telva.

Ynskiligt er, at áskoðaratalið er avmarkað mest møguligt, og kravið um koronupass er eisini galdandi fyri áskoðararnar.

 

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 26. novembur kl. 12.00:

send teldupost til:  kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400

 

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.