Í tíðarskeiðnum 18.-24. Okt. luttók eg í kappingini Øbro 85 års jubilæumsturnering í Keypmannahavn. Telvað varð í hølunum hjá Skakforeningen-Øbro. Tað var ein sterk kapping við 26 luttakaranum, harav fimm stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar. Vladimir Hamitevici, sum býr og telvar í Klaksvík, vann kappingina við 7,5/9 stigum. Eg endaði á einum deildum 22. plássi við 3/9 stigum. Tað er ein hampilig ratingframgongd og eitt rímiligt úrslit av tí at allir mótstøðumenninir, eg telvaði ímóti, vóru væl hægri styrkismettir enn eg. Eg hevði tó nakrar góðar møguleikar at fáa meira burturúr í onkrum talvi, men tók tíverri ikki av, tá ið møguleikarnir vístu seg.
Tað var ein góð og væl fyriskipað kapping, ið eg fegin hevði luttikið í aftur, skuldi hon verið hildin aftur.
Í áttanda umfari møtti eg Brian Jørgen Jørgensen úr Danmark við hvíta fólkinum. Eg hevði fingið 2 stig, og hann 1,5. Eg hevði fyrireikað meg til at telva ímóti fronskum, ið eisini var tað, sum hendi, hóast tað ikki var akkurát tann varianturin, eg hevði væntað.
Luitjen Akselsson Apol (2090) – Brian Jørgen Jørgensen (2230)
Øbro 85 års jubilæumsturnering (8) 23.10.2021
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Rid2 c5 4.Rigf3 Ric6 5.exd5 exd5 6.Bb5 Fe7+ 7.Be2 Fc7 8.0-0 Rif6 9.Re1 cxd4 10.Rib3 Be7
Tað er ofta ein spurningur, hvørjum riddara mann skal taka við í hesum støðunum. Eg valdi 11.Rifxd4 so at svartur ikki fær útviklað bispin til g4, og soleiðis at eg enn havi kontrol yvir c5-puntinum.
11.h6? Tað er ofta gott at steðga hvíta bispinum frá at koma til g5, men tað hevur hann ikki tíð til nú. Svarti kongurin stendur enn í miðjuni, og hvítur hevur næstan fingið alt fólkið við. Her skal svartur revsast við 12.Rib5 Fd8 (Fb8 13.g3 og so kemur Bf4 at líka væl) 13.Bf4.
12.Bb5? Mín ætlan var at steðga svarta konginum frá at sleppa í borg, tí aftaná 12.0-0 13.Rixc6 bxc6 14.Bxc6 Fxc6 15.Rxe7 Be6 16.Bf4 sleppur hvíti rókurin leysur, og hvítur er finnu frammanfyri. Tað, sum eg ikki sá, var, at svartur hevur 14.Rig4 15.f4 (15.g3 viknar kongastøðuna ov nógv) 15.Rb8 og so hóttir svartur Rxb3, og hvítur er í stórum trupulleikum.
Tíbetur fyri meg sá mótstøðumaðurin tað heldur ikki og spældi 12.Kf8?? fyri at fáa kongin úr bindingini, men hetta gevur hvítum ein kempi fyrimun.
13.h3 Steðgar svørtum frá at trýsta finnuna á h2, og frá at seta eitt fólk á g4, sum kundi verið irriterandi. Ofta vil hvítur ikki spæla h3 í slíkum støðum, av tí at mann vil fáa bispin til g3 við at spæla Bg5-Bh4-Bg3, men tá svartur hevur spælt h6 ber hetta ikki til.
13.Bd7 14.Bd3 g6 (14.Rib4 15.Rxe7 Kxe7 16.Fe1+) 15. Ff3 Kg7 16.Rixc6 Bxc6 17.Rid4 Bd6
18.b3? (b4 var betri) 18.Bh2+ (Svartur kann ikki flyta rókin av h8, við t.d. 18.Rhe8, tí at hvítur spælir 19.Bxh6+ Kxh6 20.Fxf6) 19.Kh1 Be5 20.Bb2 (20.Rxe5 Fxe5 21.Bb2 var áhugavert, men eftir 21.Fd6 22.Rf1 við ætlanini Fg3, dugdi eg ikki at síggja, hvussu eg kundi koma víðari eftir 22.Rad8 23.Fg3 Fxg3 24.hxg3 Rd6. Hvítur hevur enn ein lítlan fyrimun, men hetta er púra óneyðugt, tí hvítur hevur blakað meginpartin av fyrimuninum burtur.
20.Rie4?? Hetta tapir talvið fyri svartan. 20.Rhe8 var besti leikur, og har var mín ætlan at spæla 21.Rif5+ Kh7 (gxf5?? 22.Rxe5 Rxe5 23.Fg3+) 22.Rxe5 Rxe5 23.Rixh6 Re6 24.Bxf6 Kxh6. Hvítur hevur ofrað rók fyri bisp, men hevur eina finnu meira, fantastiskt fólk og svartur hevur veikan kong.
21.c4 Rig5? Nú hevur hvítur ein flottan, men einfaldan máta at enda talvið uppá, sum eg ikki fann.
22.Fe3? (22.Rie6+ vinnur beinanvegin. Eftir fxe6 23.Fg3 er bispurin bæði bundin til kongin og frúnna. Svartur kann royna 23.Rif7, men eftir 24.Rxe5 kann hann tað sama geva upp.)
22.Bf6 23.f4 Rhe8 24.fxg5 Rxe3 25.gxf6+ Kg8 26.Rxe3 Hvítur hevur rók, riddara og bisp fyri frúnna, ið sum oftast er ein vinnandi fyrimunur, og tað er ikki øðrvísi her.
26.Ff4 27.Rf3 Fd2 28.Rixc6 Fxb2 29.Rb1 Fxa2 30.Rie7+ Kh7 31.cxd5 Hvítur hevur skapt sær eina frífinnu.
31.Rd8 32.Rd1 h5 33.Bc4 Rd6 Tað kann tykjast torført at vinna hetta, men um mann bara er tolin, skal hann nokk gera ein feil.
34.Ric8 Rd8 35.Rie7 Eg flyti bara aftur og fram fyri at fáa meira tíð, og fyri at koma tættari við leik 40, har báðir partar fáa 15 minuttir aftrat. Eg viti eisini, um hann fer at gera ein feil, og tað ger hann.
35.Fa3? 36.d6 Rxd6 37.Rxd6 Fxd6 38.Bxf7 Fd1+ 39.Kh2 Fd6+ 40.Kg1 Fd4+ 41.Rf2 Fd1+ 42.Rf1 Fd4+ 43.Kh1 1-0
Her er einki at gera hjá svørtum. Hvítur fer at flyta bispin, og síðani fer f-finnan inn.