Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Liðkappingin byrjar aftur

Liðkappingin byrjar aftur

Telvað verður aftur 20/11, tá 3. umfar verður telvað í 1.-3. deild og 4. deild telvar 2.umfar.

Eftir at hava ráðført seg við koronavegleiðingina og fingið útgreina tilmælini verður mælt til at telvarar vísa prógv fyri fyrrverandi sjúku, koronapass, vaccinationskort ella negativa test tá møtt verður til dyst. Framhaldandi verður mælt til reinføri og at telvarar við sjúkueyðkennum ikki telva.

Heitt verður á feløgini um at vísa varsemi og tryggja sær at reinføri er í lagi og frástøða kann haldast so væl tilber. Telvarar, ið hava sjúkueyðkenni eiga ikki at telva.

Skráin frameftir er hendan:

  • 20/11 3. umfar
  • 28/11 4. umfar
  • 09/01 5. umfar

Tó fyri 1.deild:

  • 20/11 3. umfar
  • 12/12 4. umfar
  • 09/01 5. .umfar

Øll umførini byrja kl. 14.

Feløgini kunnu tó avgera innanhýsis at telva aðrar dagar og boða kappingarleiðaranum frá.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.