Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Oddabrak í dag

Oddabrak í dag

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin.
 
Lutakastið lagaði tað so, at favorittliðini taka sínamillum dystin longu í fyrsta umfari. Andorra vann kappingina seinast, og Føroyar vunnu næstseinast. 

Føroyska landsliðið er styrkismett ovast við hægsta miðalstyrkitalinum av teimum tíggju liðunum í kappingini. Hundrað ratingstig eru á muni. Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2339, hjá Andorra 2239.
 
Føroyar leggja bragdliga fyri, tí í øðrum umfari í morgin er mótstøðuliðið Luksemburg, sum er styrkismett nummar trý.
 
 
Spanskur meistari
 
Føroyar hava favorittleiklutin í toppdystinum í dag, ikki bara í sjálvum dystinum, men eisini á øllum fýra borðunum. Ratingmunurin er størstur á triðja borði. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard telva við svarta fólkinum í dag, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol hava hvíta fólkið.
 
Á fyrsta borði hittast teir báðir sterkastu telvararnir í kappingini. Oscar De La Riva Aguado er spanióli, føddur í Barcelona í 1972, men hevur nú í nøkur ár umboðað Andorra. Hansara størsta bragd við teir 64 puntarnar er, at hann í 2003 vann spanska meistaraheitið í einstaklingstalvi. Í hálvfinaluni koppaði hann Miguel Illescas, sum í fleiri ár var stórtelvarin hjá spaniólum.
 
Roknast kann við einum jøvnum og spennandi dysti í suðuri á Malta. Dysturin byrjar klokkan 15:00. Ivaleyst fer at bera til at fylgja við leik fyri leik á netinum.
 
 
 
Bo. 1
 
  Andorra
Rtg – 10
 
  Faroe Islands
Rtg 0 : 0
1.1 GM
 
De La Riva Aguado, Oscar
2466 – GM
 
Ziska, Helgi Dam
2541  
1.2 FM
 
Porras Mateo, Felipe
2326 – FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
2386  
1.3 FM
 
Garcia Paolicchi, Raul
2094 – IM
 
Rødgaard, John
2317  
1.4  
 
Ribera Veganzones, Serni
2070 –  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2111
 
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen eru bulvirkið á føroyska landsliðnum. Her síggjast teir í dysti móti Spania í fyrsta umfari í EM-kappingini á Kreta í 2017. Báðir fingu javnt á fremstu borðunum móti sponsku oddamonnunum. Spania vann dystin 3-1.

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …