Tað stendur framvegis á jøvnum millum oddaliðini í landskappingini í talvi. Sandavágsmenn og havnarmenn fylgjast í toppstríðnum. Bæði hava 17½ stig hvørt eftir seks av tíggju umførum. Seinnapartin verður telvað í øllum deildum. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari á skránni. Dystirnir í fyrsta umfari í seinnu hálvu í landskappingini broyttu ikki støðuna. Sætta umfar var hitt fyrsta í nýggja árinum eftir steðgin um árskifftið. Sjøtil var settur á hetta umfar fyri tveimum vikum síðani, men korona hevur tarnað so mikið, at ikki fyrr enn fríggjakvøldið í hesi vikuni var alt liðugt.
Les meira »GP3 verður telvað á netinum
Eftir ætlan skuldi Rókur-Open verða telvað í vikuskiftinum, men avgjørt er at hava eina talvkapping á netinum ístaðin, nú nógv korona smitta er í samfelagnum. Kappingin verður leygarkvøldið kl. 18.00.
Les meira »Stavn um stavn
Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini. Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.
Les meira »Vágamenn gera bart
Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag bjóða nú av álvara oddaliðnum úr Havn av í landskappingini í talvi. Í útsetta dystinum í fjórða umfari í fremstu deildini millum Sandavág og Klaksvík B. í gjárkvøldið vóru vágamenn eirindaleysir og vunnu 4-0.
Les meira »Havnin styrkti oddastøðuna
Havnarmenn flongdu klaksvíkingar í toppdysti í talvi í gjárkvøldið. Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir í gjár. Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við.
Les meira »Føroyar frammarlaga í talvi
Nú altjóða talvsamgongan FIDE um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, sæst, at Føroyar nú tátta í tann ovasta triðingin av londum í øllum heiminum.
Les meira »5. umfar í liðkappingini verður 9. januar
Sunnudagin 9. januar verður 5. umfar í liðkappingini telvað í 1.-3. deild. Í 4. deild verður 4. umfar telvað.
Les meira »Úrslit frá NM úttøkukappingini
Í gjár vóru finalurnar í NM úttøkukappingunum leiktar í Klaksvík. Tveir teir bestu telvarirnir í hvørjum vunnu sær pláss at telva í NM fyri børn og ung, ið verður telvað í Svøríki í februar 2022.
Les meira »Finala í NM-úttøkukappingini
Finalan til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 11. desember kl. 11.00 í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. Tillagingar kunnu verða gjørdar. Kappast verður í fimm aldursbólkum, og tvey tey bestu sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Svøríki í februar 2022.
Les meira »Føroyar vunnu smálandakappingina
Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum Malta hevur hýst seinastu vikuna. Í níggjunda og seinasta umfari í dag gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir. Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýprós. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýprós aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.
Les meira »