Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnar Telvingarfelag vann

Havnar Telvingarfelag vann

Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag. 

Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn.

Liðskiparin Helgi Dam Ziska tók helst eina djarva, men gløgga avgerð, tá ið hann beitti tann einans fjúrtan ára gamla Luitjen Akselsson Apol á toppskjúttan Torkil Nielsen á 4. borði í finaluni í dag. Royndin eydnaðist til fulnar, tí tann gávuríki unglingin vann ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum, og legði havnarliðið á odda 1-0.

Olaf Berg knógvaði líka sannførandi Silas Eyðsteinsson á triðja borði, og so var 2-0 til Havnina – og háspenningur í luftini. Á fremru borðunum gekk meira javnt á. Við góðari telving á 2. borði fekk Martin Poulsen við svarta fólkinum so líðandi bygt upp ein lítlan fyrimun móti Rógva Egilstoft Nielsen. 

Á 1. borði tóktist Helgi Dam Ziska eisini at hava munin í støðuni, men Høgni Egilstoft Nielsen vardi seg væl, tó at hann var kroystur av tíðartroti. Fyrimunurin hjá Helga svann, og so beyð stórmeistarin Høgna remis. Høgni var kanska í so bráður at taka av, tí nú tóktist avgerðin í dystinum at vera fallin. Martin Poulsen stóð nú so væl á 2. borði, at øllum var greitt, at hann fór ikki at tapa talvið. Ógvuliga tryggur telvaði hann seg og Havnar Telvingarfelag til sigurs í dystinum.

Sandavágur – Havnin ½ – 3½

Høgni Egilstoft Nielsen – Helgi Dam Ziska ½-½

Rógvi Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen 0-1

Silas Eyðsteinsson – Olaf Berg 0-1

Torkil Nielsen – Luitjen Akselsson Apol 0-1

 

Hinir dystirnir í 1. deild í dag:

Klaksvík – Havnin B 2-2

Kollafjørður – Vestmanna 2-2

Endaliga støðan í 1. deild:

Havnin 30 stig

Sandavágur 28½

Klaksvík 22

Havnin B 17

Kollafjørður 11½

Vestmanna 11

Størri frásøgn um seinasta umfar í landskappingini í talvi fyri feløg verður í morgin.

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.

Sí eisini

Høgni føroyameistari 2025

Tað gekk enn einaferð hjá Høgna! Tá eg tosaði við Høgna áðrenn FM kappingin byrjaði …